
Um meg
Jaspur Langgaard er føddur tann 1. apríl 1970 í Leirvík. Hann eri 49 ára gamal. Eri giftur við Oliviu og saman eiga tey dreingirnar, Remi, ið er 27 ár og Beinir, ið er 20 ára gamal.
Hann er sonur Edmundu og Remi Langgaard. Barnaskógvanar sleit hann í Leirvík, til hann sum 20 ára gamal fór til Odense undir lesnað.
Í 1996 keypti tey sítt heim á Gaddavegnum 2 á Nesi, har familjan síðan hevur búð. Her hevur familjan trivist væl, við einum ríkum mentunarlívi, andligt, ítróttarligt og handaligt.
Sum yngri fór nógv tíð til frítíðarvirksemi eitt nú skótar, fóltbólt og svimjing. Eitt skifti umboðaði hann landsliðið í svimjing millum annað í Danmark og Svøríki. Sum eldri hevur frítíðin hjá honum, millum annað verið brúkt til missiónarbeiði, renning, súkkling og bridge.
Orsøkin til at Jaspur hevur játtað, at stilla upp fyri sambandsflokkin, er at sambandflokkurin er ein sosial liberalur flokkur, sum ynskir at varðveita ríkisfelagsskapin, sum hevur fleiri 100 ár á baki, og sum hevur tænt vælferðar samfelagnum sum vit nú liva í.
Jaspur hevur sett sær fyri, millum annað at arbeiða fyri fylgjandi málum:
Føroyar skulu vera eitt trygt og gott samfelag fyri øll
- Bústaðarneyðin – deila hús til tvey matrikkul Les meir
- Strangari dómar til pedofilar Les meir
- Tryggja øllum rættin til lívið Les meir
Menna fjøllbroytt vinnulív
- Skapað størri virðir út fiskaúrdráttinum Les meir
- Stimbra KT og samskiftis vinnu Les meir
- Geva góðar karmar til nýtt vinnulív og íverksetan Les meir
Fjøllbroytt frítíðarvirksemi
- Føroyar skulu hava heimavøll í føroyum Les meir
- Betri karmar til rúsfrí tiltøk til ungdómin Les meir
- Skapað betri karmar til folk við serligum tørvi Les meir
Leinkja til CV