Greinar
Menna og nýtímansgera ríkisfelagsskapin
Loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensionistum
Fjerna marknaforðingar í norðurlondum
Útlendingar við visum í Føroyum skulu kunna ferðast í ríkinum
Arbeiða fyri, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Donskum grunnum

Tryggja góða atgongd til lesnað í Danmark
Á útbúgvingarøkinum velja fleiri hundrað føroyingar árliga at fara til Danmarkar at nema sær eina útbúgving. Hetta er ein sera góður møguleiki hjá okkum føroyingum.
Tað eru áleið 1.000 føroyingar, sum eru lesandi í Danmark í løtuni. Miðal kostnaðurin fyri hvønn lesandi liggur um 500.000kr. Hetta er íroknað lesnað, stuðul og annað, tað vil siga at danski staturin betalir í løtuni eina hálva milliard fyri teir føroyingar, sum ynskja at gera brúk av hesum møguleika.
Hetta er nakað sum vit føroyingar í ríkisfelagsskapinum eiga at gleðast um, og ikki nakað sum vit bert eiga at taka fyri givið.
Nøkur praktisk viðurskifti við teimum lesandi, kunnu vit gagnýta nógv betur og effektivari við okkara ríkisfelagsskapi. Vit mugu hjálpa til við vegleiðing, við bústaði og við tí fíggjarliga. Hetta vil eg arbeiða fyri.
Les aðrar greinar