“Tey smæstu sleppa ikki at eita minnilutabólkur”?

Deil

 

Løgmaður førdi nógv skilagott fram á Ólavsøku.

Havi hug at endurgeva og viðmerkja nakað av tí her.

Løgmaður: “Tí øll børn og ung eiga at hava somu grundleggjandi treytir fyri at eydnast í lívinum. Míni børn. Børnini hjá grannanum. Ja, greiða málið má vera, at øll børn í landinum fáa eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt. Hetta er kjarnin í vælferðarsamfelagnum. Og at seta børnini á breddan hevur alstóran týdning, tí tað verða støðugt fleiri børn fødd her heima.” og víðari “Øll børn skulu kunna luttaka á jøvnum føti við javnaldrarnar.”

Eg eri samdur við løgmanni, men hetta eigur eisini at galda fyri tann stóra barnaflokkin, sum ikki fær loyvi at síggja dagsins ljós. Farnu 25 árini eru framdar áleið 1.000 fosturtøkur í Føroyum – øll hesi børnini fingu ikki loyvi at luttaka saman við sínum javnaldrum.

Løgmaður: “Tað, at øll eiga at hava somu grundleggjandi møguleikar, leggur stóra ábyrgd á okkum politikarar at skipa inntøkur og útreiðslur á skilagóðan hátt – og best fyri flest.”

Tað ger tað, men ikki nokk við tí. Vit mugu eisini skipa okkara lógir á slíkum hátt, at allir okkara borgarar og øll okkara børn verða vard! Hetta vísir seg ikki at inkludera okkara óføddu børnum.

Løgmaður: “Her er blivið rúmligari – eisini hjá minnilutabólkum og familjum teirra.”

Eg veit tíverri um ein stóran minnilutabólk, sum samfelagið ikki rúmar. Hesi fólkini hava onga rødd og ongan atkvøðurætt, so politiskt er hann ikki eins góður at verja eins og aðrir bólkar, men teirra tilhald er hjá mongum sera ótrygt.

Løgmaður: “Og vit verja børn, ung og komandi ættarlið, um vit røkja okkara land og hav, eins og forfedrarnir gjørdu.”

Ja hetta er ein máti at verja komandi ættarlið uppá. Men enn einaferð, so er hetta ikki ein verja ímóti tí mest útsetta barnabólkinum – har má meir gerast, um eisini tey skulu verjast.

Eg vóni, at orðini hjá Løgmanni ikki bert vóru føgur orð um góðan vilja, men at hann eisini vil útinna tey í verki við at koma í hópin hjá teimum, sum vilja arbeiða fyri at øll fáa rættin til lív.

Meir um sama evni

Takk fyri, Føroya Pro Vita

Mannarætturin hjá tí ófødda barninum

Les aðrar greinar