Sjúklingar vendir í hurðini

Deil

Børn og ung sum uppliva ein gerandisdag, har mamman ella pápin stríðast við sálarsjúku, halda ofta, at tey eru orsøkin til sjúkuna. Teimum tørvar onkran, sum skilur støðuna, og sum tey kunnu tosa við.

Umframt tað verður umleið fimti hvør føroyingur minst eina ferð í lívinum raktur av sálarsjúku.

Taka vit donsk tøl (100/1), og umskriva hesi til føroysk viðurskifti, eru tað beint nú í Føroyum:

– 3.000 menniskju við eini depressión

– 4.000 menniskju við angist

– 900 menniskju við tungari sálarsjúku

Kelda. https://www.psykiatrifonden.dk/media/1419051/tal-psyken-30-10-2018.pdf (síða 16)

Verður hesin bólkurin hoyrdur, og verður hond tikin um foreldur og børn?

Tørvar okkum likamliga hjálp, hava vit eina skipan at hella okkum til, ella heilsuverk at fara til. Tá talan er um sálarsjúku, hevur heilsuverkið stórtsæð ongar tænastur og stórtsæð ongin peningur er settur av til hetta økið.

Tá sjúklingurin langt um leingi hevur tikið dirvi á seg at fara til kommunulækna, fær hann at vita, at har er eingin fíggjarlig hjálp at heinta. Hetta má sjúklingurin klára sjálvur. Hann má sjálvur gjalda fyri sína viðgerð, og krevst at hann eitt tíðarskeið má ganga heima, skal hann eisini gjalda fyri tað.

Hetta kunnu vit sum eitt framkomið samfelag ikki góðtaka. Vit mugu síggja likamliga sjúku og sálarsjúku, sum eina samfelagsliga skyldu at veita hjálp til. Ikki bert fyri tann sjúka, men eisini fyri avvarðandi, sum verða merkt av hesum gjøgnum alt lívið

Hesin samfelagsbólkur megnar ikki sjálvur rópa upp um hjálp, tí tað eru tey alt ov ringum standi til. Og tað ringasta vit sum samfelag kunnu gera, er at lata eyguni aftur fyri trupulleikanum.

Sambandsflokkurin ynskir viðgerðartrygd til øll, eisini hesi menniskju og teirra avvarðandi.

Les aðrar greinar