Nógv minni mongd, fyri nógv størri virðir

Deil

Í síðstu viku var eg til íverksetaradag, har íslendingurin Þór Sigfússon frá  Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Hann greiddi frá gongdini innan toskavinnuni, og hvussu hon hevur broytt seg frá 1981 til í dag.

Á myndini síggja vit, at nøgdin av toskinum sum verður fiskað frá 1981 og fram til 2011, er minkað í einum úr 460.000 tonsum niður í 180.000 tons.

Tó at henda minking er hend, er virðið vaksið á útflutningum 100% úr 340.000.000$ til 680.000.000$.

Kunnu vit skapa ein vøkstur av útflutningsvirðinum, tó at vit fáa minni tilfeingi til lands? Ístaðin fyri at síggja toskin sum bert eina vøru, megnaðu íslendingar at skapa 15 ymiskar vørur úr toskinum. Hetta er burðardygt, tí alt á toskinum verður gagnýtt, samstundis er tað ein virðisøking av útflutningum í eini tíð, har nøgdin sum verður fiskað minkar.

Hetta er sjálvandi nakað sum vinnan í Føroyum sjálv skal megna. Politiskt skulu vit skapa karmar fyri hesi nýhugsan. Ein avmarking sum sitandi samgonga hevur skapt, er at menningarkvoturnar ikki skulu kunna lutast út í Eysturoy ella á Norðoyggjum, tó at at eru hesi øki, sum hava staðið fyri stórtsæð allari nýhugsan og nýmenning. Þór Sigfússon vísti á, at tað er umráðandi við netverki, soleiðis at skilja, at verandi fiskivinna má vera við í eini tilgongd at skapa nýggjar vørur úr rávøruni, sum kemur til lands.

Vit mugu venda okkum burtur frá svartsjúku, sum á ongan hátt gagnar okkara samfelagi. Tað má vera tey bestu hugskotini, sum vera framd í verki, um vit skulu megna at virðisøkja ta rávøru okkara samfelag fær til høldar.

Sambandsflokkurin ynskir, at vinnan skal fáa bestu karmar at arbeiða undir, soleiðis at vit fáa so nógv burturúr okkara tilfeingi sum gjørligt.

Les aðrar greinar