Leinkjur
Skulu Føroyar vera partur av ríkisfelagsskapinum?

Hvussu ber tað til
At valstríðið í Føroyum er farið snúgva seg um fátækradømi og ójavna? Hetta fyrikemur mær fullkomiliga óskiljandi, og eg verði faktiskt provokeraður av hesum. Sum um tað valdar fátækradømi og elendigheit í Føroyum.
Løgmaður sigur, at valið stendur millum antin ella. Hvør skal siga, um javnaðarflokkurin ikki situr við valdið, ja so verður fátæksligt hjá barnafamiljunum, arbeiðara og miðstættini í Føroyum.
Lat meg sláa eitt fast beinanvegin: Føroyar eru sambært IMF og heimsbankanum millum heimsins 10 ríkastu lond pr. borgara, mált uppá BTÚ. Harumframt eru vit millum javnastu samfeløg yvirhøvur, mált uppá teir viðurkendu hættirnar at mála hetta uppá.
Eg haldi, at fokusið í løtuni, um at tað almenna skal taka sær av meir og meir, er við at blíva ov nógv av tí góða. Eg fái tað næstan sum, at vit í almenna rúminum klientgera stóran part av fólkinum, og hetta smittar av uppá fólk og er skaðiligt. Tað er ikki tilvildarligt, at tað í veljarakanning á Glasi verður sæð sum fremsta almenna uppgáva, at landið nú framyvir skal tryggja øllum ein bíligan bústað. Hvat er hetta fyri mentalitetur? Skal viðmerkja at eg í hesum sambandi ikki tosi um lestrarbústaðir, men varandi bústað til fólk eftir loknan lestur ella sum heild.
Vit kunnu framvegis gera nøkur ting betri fyri nakrar bólkar, sum eiga at hava somu møguleikar sum restin, sjálvandi, men í tí stóra og heila, so fungerar nógv væl.
Hetta, at landið skal byggja hvørjum menniskja ein leigubústað, er at fara langt langt út um mark, og tað er at klientgera fólk, sum er púra óneyðugt, tí vit búgva longu í einum landi, har nærum øll hava framúr góðar møguleikar at skapa tað lívið teimum ynskja. Tað má vera eitt sindur eftir viðvíkjandi at taka ábyrgd fyri sær sjálvum.
“Vi har skabt et mulighedernes samfund”
Soleiðis segði Lars Løkke Rasmussen um Danmark. Eg eri púra samdur í hesum úttalilsinum, og hetta er eisini galdandi fyri Føroyar í dag.
Í hesi útsøgn liggur, at vit hava tað best, tá ið vit hava frælsi at kunnu taka egnar avgerðir og liva tað lívið vit ynskja, men samstundis vera partur av nøkrum størri, sum er felagsskapurin. Tað er hetta, sum myndar eitt gott samfelag, og eitt samfelag við møguleikum fyri øll.
Øll í Føroyum hava rætt til fría sjúkrahjálp alt teirra lív, og nærum øll hava møguleika at taka júst ta útbúgving teimum lystir, heilt uppi á universitetsstøði.
Hetta tryggjar hvørjum einstakum eitt ótrúligt frælsi, at skapa sær eitt gott lív.
Landið hevur eisini í nógv ár roynt, at líkastilla børn soleiðis, at ongin skal veksa upp í fátækraváða, fyri at líkastilla børn fíggjarliga. Hetta er eisini væl og virðiliga støðan í Føroyum í dag.
Ein stakur uppihaldari í Føroyum við einari láglønar inntøku á 17.000 kr. pr. mðr, sum býr í einari kommunu har kommunuskattaprosentið er 22%, og hevur 2 børn, hevur 18.400 kr. eftir pr. mðr. aftaná skatt. Hetta er tí, at viðkomandi betalur lítlan skatt, fær barnafrádrátt umframt at viðkomandi fær veitingar sum barnapengar, familjuískoyti og barnaískoyti.
Haravtrat hevur viðkomandi eisini atgongd til frípláss innan vøggustovu og barnaansing. Hetta merkir, at eitt barn sum verður føtt inn í eina slíka familju, eisini hevur rímiliga góðar møguleikar at hava ein fínan uppvøkstur, sæð í ljósinum av fíggjarligu støðuni hjá einligu mammuni ella pápanum.
Øll hesi viðurskiftið samanlagt tryggja, at nærum øll fólk í Føroyum hava rímiliga góð kor og hava frælsi og møguleika at skapa sær eitt gott lív i “mulighedernes samfund”.
Henning Erhardsson Joensen
Les aðrar leinkjur