Kunnu vit samstarva, við skilnaðaruppsøgn í hondini

Deil

Allar familjur hava ósemjur, eisini tær, sum hava tað gott. Tað er onki øðrvísi við Ríkisfelagsskapinum. Vit hava ymisk áhugamál, vinnulív og mentanir. Nógvar spurningar, men higartil hava vit altíð funnið eina semju.

Tann stóri spurningurin er, um vit føroyingar ynskja hetta samstarvið við danir. Um báðir partar ynskja samstarv, er tað ikki langt til samstarv, hóast talan er um tvær so ymiskar tjóðir. Men eru vit ikki sinnað sum land til samstarv við danir, so kunnu lutfalsliga smáar konfliktir blíva stórar, so tað verður ov trupult at finna eina loysn. Um vit hava eitt internt stríð, verður Ríkisfelagsskapurin drivin av einum mótstríðandi anda, og tað er ikki til at halda út.

Lars Løkke Rasmussen, tók nakað soleiðis til, at annar parturin gekk og viftaði við skilnaðaruppsøgn í hondini, tá bleiv samstarvið eisini har eftir.

Tað er góðtrúgvið av okkum at hugsa, at danir fáa mest burturúr samstarvinum í Ríkinum. Eftir míni fatan átti tað at verið grønlendingar og føroyingar sum kempaðu fyri, at hesin felagsskapur bleiv varðveittur og ikki øvugt.

Ríkisfelagsskapurin gevur nógvar fyrimunir, og her eru nakrir:

– Tað styrkir búðskapin, tryggjar vælstandin og lægri arbeiðsloysi

– Tað tryggar eina nógv lægri og fastari rentu

– Tryggjar, at eyga verður hildið við fíggjargeiranum

– Tryggjar uppsparingarnar hjá føroyingum

– Tryggjar góðar útbúgvingarmøguleikar í ríkinum

– Tryggjar góða atgongd inn í EU, at búgva, arbeiða og ferðast

– Tryggjar brúkaran við keyp á netinum

– Skapar innara tryggleika mótvegis yvirgangi og brotsverki

– Vit hjálpa hvørjum øðrum, tá tað gerst neyðugt

Ríkisfelagsskapurin er eftir míni fatan í stórari kreppu við verandi samgongu í landsins leiðslu.

Um ein broyting ikki kemur komandi árini, er stórur vandi fyri, at fyrst Føroyar og síðan Grønland taka seg úr felagsskapinum, og tað verða hesi bæði londini, sum koma at standa sum teir stóru tapararnir og ikki danir.

Í verandi løtu er tað bara Sambandsflokkurin, sum vil tryggja okkum framhald av góða samstarvinum í Ríkisfelagsskapinum.

Vit mugu standa saman!

Les aðrar greinar