Greinar
Menna og nýtímansgera ríkisfelagsskapin
Loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensionistum
Fjerna marknaforðingar í norðurlondum
Útlendingar við visum í Føroyum skulu kunna ferðast í ríkinum
Arbeiða fyri, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Donskum grunnum

Kommunulækna-nýskipan
Trot er á kommunulæknum í Føroyum, og hevur verið tað í fleiri ár. Støðan er serliga ring í ávísum støðum í landinum. Tað er eisini higartil í stóran mun brúktar fyribilsloysnir og neyðloysnir, sum t.d. at seta avloysarar ár um ár. Hetta er dýrt, og á ongan hátt nøktandi.
Neyðugt er at gera ein nýskipan innan kommunulæknaøkið.
Tað er fleiri munir millum tað Donsku og Føroysku kommunulæknaskipanina. Í Danmark er kommunulæknin privatpraktiserandi. Í Føroyum er skipanin øðrvísi, kommurnar hava skyldu at útvega kommunulæknunum viðtaluhølir við útgerð, og bera útreiðslurnar av hesum. Harumframt hava nakrir kommunulæknar egin starvsfólk, meðan onnur starvsfólk eru beinleiðis knýtt at Heilsutrygd. Her er neyðugt við eini einfaldari og eins skipan fyri allar kommunulæknar. Skipanin er fløkt, og tað kunnu vera óneyðug ivamál, um hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.
Kommunulæknavaktin sum bleiv virkin fyri nøkrum árum síðani, má endurskoðast.
Útbúgving av fleiri kommunulæknum, gongur alt ov seint. Síðstu árini hava vit útbúgvi 1-2 kommunulæknar um árið, og má hetta tal økjast til 3-4 í nøkur ár, til vit hava tryggja okkum, at øll kommunulækastørv er sett við føstum kommunulækna.
Vit mugu fáa eina betri skipan, bæði fyri kommunulæknan og fólkið sum býr í Føroyum. Flestu okkara eru samd um, at skipanin ikki er optimal, og tað einasta rætta at eftirmeta og tillaga skipanina.
Les aðrar greinar