Fyribyrging – besta hjálpin

Tá rúsdrekka og rúsevnir vera viðgjørd, verður tað tíverri til tíðir misskilt. Havi upplivað, at kjakið um hesi evni verður sæð sum ein peikan eftir teimum, sum hava eina øðrvísi fatan — hetta er á ongan hátt ætlað sum ein peikifingur. Rúsdrekka og rúsevnir millum ung hevur verið nógv umrøtt í summar. Miðlarnir hava endurgivið […]

Stór signing – stór ábyrgd

Herfyri kunngjørdi ST nýggjastu tølini fyri hungur í heiminum, og tað syrgiliga er, at hóast heimsbúskapurin er batnaður, so er talið á svøltandi fólkum vaksandi. ST hevði annars sett sær fyri, at vit skulu útrudda hemsins hungur innan 2030, men nú er talið á hungrandi menniskjum vaksið triðja árið á rað. í 2018 vóru 821,6 […]

“Tey smæstu sleppa ikki at eita minnilutabólkur”?

  Løgmaður førdi nógv skilagott fram á Ólavsøku. Havi hug at endurgeva og viðmerkja nakað av tí her. Løgmaður: “Tí øll børn og ung eiga at hava somu grundleggjandi treytir fyri at eydnast í lívinum. Míni børn. Børnini hjá grannanum. Ja, greiða málið má vera, at øll børn í landinum fáa eitt so gott útgangsstøði […]

Vit kunnu ikki ræna egna íløgu frá einum pensjónisti

Beint eftir at sitandi samgonga kom til valdið, varð avgjørt at pensjónistarnir skuldu gjalda sín part av loysingini. Í 2015 lækkaði samgongan grundupphæddina hjá øllum pensjóninstum í landinum við 580 kr. Hetta var gjørt, hóast at Landsfelag Pensjónista mótmælti at lækka grundupphæddina. Samlaða sparingin hjá landskassanum fyri hetta valskeiðið liggur áleið 233,7 mió. kr. Ynskið […]

Føroyar skulu hava heimavøll i Føroyum

Røddir eru javnan frammi um, at nú er tíðin komin til eina innandura fótbólts- og ítróttarhøll, har pláss skal verða fyri øllum ítrótti, og sjálvsagt skulu føroyskir hondbóltslandsdystir eisini kunnu spælast í Føroyum! Vit kunnu bert staðfesta, at enn er ikki komið á mál. Eg veit, at FSF tekur undir við at byggja eina innandurahøll, […]

Ólóglig avdetting?

Nógv full ungfólk millum 14 og 18 ár á Voxbotn Um vit skuldu farið til fínteljingar og funnið útav, hvør er sekur av hjúnaskilnaði, klandri, penganeyð, ótrúskapi, sálarligum sjúkum, sviknum børnum og vit kundu blivið við, so tori eg at gita, at rúsdrekka er toppskorarin í øllum omanfyri nevndu. Hetta er gerandiskostur í dag, og […]

Takk fyri, Føroya Pro Vita

Fekk í fyrradagin eina bók frá Føroya Pro Vita við postinum. Pro Vita ger eitt einastandi arbeiði fyri at verja lív og rættindi hjá øllum – eisini teimum óføddu børnunum. Tí setti eg meg beinanvegin at lesa bókina, sum eg væntaði mær nógv av. Og lat meg fyrst siga, at bókin so avgjørt livdi upp […]

Pedofilar eiga at missa passið

Fremsta endamálið hjá Føroya Løgtingi eigur undir øllum umstøðum at gera skjól fyri øllum borgarum í landinum. Serstakliga teimum veikastu, har eg telji børnini við, tí tey kunnu mangla verjueginleikar, sum tey ikki hava lært enn. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit mugu skipa lóggávuna soleiðis, at seksuelt misbrúkt børn ikki er veruleiki […]

Føroyingar – Vit hugna okkum!

Tá vit ynskja at hugna okkum, gera vit okkurt serligt burturúr. Tað er ikki bert í familjuni, at vit hugna okkum. Tað er á arbeiðsplássinum, í mentanarlívinum og so framvegis. Hetta kunnu vit gera, tí vit føla okkum trygg. Møguliga taka vit hetta fyri givið, men soleiðis er tað ikki allastaðni. Nógv tey síðstu árini, […]