Trygg bústaðarviðurskifti fram um vinnulig endamál

Tað at veita privatar bústaðir er ikki einsbetýðandi við, at tað skal koma spekulatión í tann stóra bústaðartørv, sum er í Føroyum í dag. Hóast met stóra bústaðartørvin, vit síggja í dag, meti eg, at vinnan skal hava tryggar og fríar karmar at virka undir, men tá talan er um eitt stað at búgva, sum […]

Heimsins ríkasta land – vit eiga at klára eina kreppu

Samfelagið endavent og lukkað niður Nú liggja Føroyar meira og minni sosialt og búskaparliga lamnar, har fólk ikki longur kunnu savnast, starvsfólk eru send til hús og fyritøkur eru latnar aftur. Helst er hetta byrjanin til størstu búskaparkreppu í nýggjari tíð, altjóða og í Føroyum – ein kreppa, sum minnir okkum um kreppuna í 90-unum. […]

Løtan er komin at leggja brennistøðirnar saman

Tað er IKKI skynsamt at hava fleiri brennistøðir í Føroyum. Nú hevur verið eitt drúgt kjak í Føroyum og uttanlands, at vit eiga fara væl um og verða grønari. Kjakið er drúgt og til tíðir so djúpt, at tann vanligi borgarin ikki grynnir í øllum argumentunum, sum flúgva eins og patrónir um oyrini á okkum. […]

Øll hava rætt til góð barnaár

Blái krossur Føroya hevur í nøkur ár hjálpt børnum og ungum, hvørs foreldur hava rústrupulleikar. Starvsfólkini eru fakfólk, ið arbeiða útfrá hugsjónini, at eingin eigur at vaksa upp við rúsaðum foreldrum! Um børn og ung gera tað, skulu tey hava møguleika fyri at fáa hjálp! Blái krossur bjóðar ókeypis samrøðubólkar, einstaklingasamtalur og familjusamtalur. Bólkarnir eru […]

Eftirbátar við talgilda fólkaskúlanum

Børn og ung mugu læra talgildar førleikar, og hvussu tey á bestan hátt umsita hesar møguleikar, soleiðis at tey gerast búgvin at ferðast í talgilda heiminum. Tað merkir at tey skulu fáa førleikar at klára seg sum talgildir borgarar. Tað krevst eisini at vit mugu duga okkum hógv frá ungum aldri, so vit eisini læra […]

Ein milliard fyri og onnur eftir

Útreiðslurnar hjá landskassanum í 2019 (saman við Samhaldsfasta) eru mettar at verða áleið 1 milliard hægri, enn tær vóru í 2015. Sostatt hevur farna samgonga megna at økt árligu útreiðslurnar við áleið 1.000.000.000 kr. av skattaborgarans hart vunnu pengum. Tað er at fegnast um, at Framsókn nú meldar út, at tey vilja hugsa um fíggjarliga […]

Tunlar Norður um fjall

Fyri gott 50 árum síðani fingið vit tunlarnar Norður um fjall – úr Klaksvík til Árnafjarðar, og víðari til Norðdepils. Hetta var tá eitt sera stórt framstig, men vit mugu staðfesta, at hesir tunlar á ongan hátt lúka nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygd. Har koyra umleið 1500 bilar um dagin. Hetta er nógv […]

Als riggar als ikki

Tað er at fegnast um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum settu ALS á stovn. Hetta hevur verið eitt gott trygdarnet hjá nógvum familjum og einstaklingum nógv tey seinastu árini. Men vit eiga at duga betur at gagnýta tær góðu tíðirnar, tí í skrivandi løtu eru tey næstan blivin arbeiðsleys í ALS, tí vit duga ikki at […]

Bústaðarneyðin kann loysast, uttan almennar íløgur

Síðstu árini hava vit upplivað ein fólkavøkstur, sum flest okkara bert kundu droymt um, samstundis sum arbeiðsloysið er metlágt. Hetta hevur millum annað viðført eina bústaðarneyð, sum vit ongantíð hava upplivað áður. Sum samfelag mugu vit finna eina smidliga loysn á hesi avbjóðing. Ein loysn er, at geva húsaeigarum møguleika at sundurmatrikulera egnan bústað. Broytingin […]