Vit eiga øll at vera góð við umhvørvið

Er nakað, ið kann festa eld í eitt kjak, so er tað stríðið millum tey, ið svørja til kreationismu og tey, ið svørja til menningarlæru. Kreationisma er trúgvin upp á, at lívið, jørðin og alt universið er skapað av einari guddóms megi við “serligari skapan” og ikki náttúrligari menning ella evolutión. Hesi kjak kunnu vera […]

Nú má bundinskapurin at olju veruliga minkast

Tíðindi bórust í vikuni um, at altjóða búskapurin av álvara er farin at vaksa aftur, nú koronukreppan er farin at hæsa av. Hetta er sum vera man góð tíðindi fyri inntøkusíðuna hjá føroyska handilsjavnanum, og vit kunnu vænta okkum størri eftirspurning og betri prísir komandi tíðina. Vit hava annars frætt frá Hagstovuni, at yvir eitt-áraskeiðið, […]

KRAV UM BARNAVÁTTAN OG ANNAÐ VERÐUR SAMTYKT

Eg standi í einari undarligari tvístøðu í dag. Eitt av mínum fremstu hjartamálum er at verja børnini – ímóti harðskapi, rúsevnismisnýtslu og serliga móti sexuellari misnýtslu. Eg havi arbeitt miðvíst fyri hesum síðan eg kom á ting, bæði við almennum fyrispurningum og handan baktjaldið. Í dag kemur eitt uppskot til samtyktar um at heita á […]

FYRIBYRGING OG REVSING AV BROTGERÐUM ÍMÓTI BØRNUM – HER MÁ HENDA NAKAÐ!

Nelson Mandela segði einaferð: ”Tað er ongin neyvari avdúking av sálini í samfelagnum, enn, hvussu tað fer við sínum børnum.” (“There can be no keener revelation of a society´s soul than the way in which it treats its children”). Síðstu tvær vikurnar hevur Føroya Rættur í tveimum førum dømt persónar sekar í ræðuligum brotsgerðum, men […]

Tørvur á føstum kommunulæknum

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 24. mars at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um tørvin á kommunulæknum Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi: 1. Hvussu nógv kosta kommunulæknaavloysarar, samanborið við fast starvssettar kommunulæknar? 2. Hvat er miðal normeringin av patientum í dag, og samsvarar hetta við tað, […]

Ein skipan fyri fólkið – ikki fólkið at passa inn í skipanina

Sosialpolitikkur er ein íløga Sosialpolitikkur verður ofta sæddur sum ein útreiðsla fyri samfelagið – hetta mugu vit burtur frá. Sosialpolitikkur síggi eg nógv meira sum ein íløgu í vælferðarsamfelagið. Eg trúgvi, at øll menniskju er verd eins, og tí er tað alt stríðið vert at hjálpa øllum teimum, sum líða og tørva hjálp. Seta inn […]

Afturgjaldstíðin má leingjast

Afturgjaldstíðin má leingjast Øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Noroyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst av brúkaragjøldum. Avgjørt var, at tunnlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað gingið skjótari enn so, at fáa teir goldnar aftur. Helvtin er brúkarafíggjað Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., tvs. […]

Tunnilsgjøldini skulu niður

Áðrenn Eysturoyartunnilin varð samtyktur, gjørdi Landsverk eina kost-nyttu kanning av tunlinum. Niðurstøðan var, at nyttuvirðið fyri føroyska samfelagið varð áleið 100 mió. kr. um árið. Niðanfyri komi eg at greina hetta nærri. Tíðarsparing Fólk, sum búgva á Skálafjørðinum og arbeiða í Havn, koma at spara meira enn ein tíma um dagin, svarandi til áleið 200 […]

Andstøðan í lummanum hjá reiðarunum

Í dag tann 26. juni verður 3. viðgerð av skattauppskotinum viðvíkjandi sølu av veiðurættindum. Verður lógin samtykt, merkir tað, at feløg, sum eiga veiðurættindi, fáa ein serskatt á 50%. Tað er fyrstu ferð, at vinningur frá sølu av veiðirættindum verður skattaður. Hesin serskattur er ikki í oljuvinnuni ella alivinnuni. Hetta merkir, at feløg og einstaklingar, […]