Tryggja góða atgongd til danskan arbeiðsmarknað og skipanir

Fólk hava ongantíð flutt meir bústað innanríkis enn hesi síðstu árini. Tað eru í dag alt ov nógvar avbjóðingar hjá teimum, sum ynskja at flyta. Vit mugu fáa hesi viðurskifti í rættlag, soleiðis at ríkisfelagsskapurin kann ganga undan, sum eitt fyridømi hjá øðrum londum í somu støðu. Tað eigur at vera gjørligt við einum og […]

Føroyingafrádrátturin prístalsregulerast

Hava føroyingar eitt lestrarstarv í Danmark, meðan teir eru undir útbúgving, fáa vit ein føroyafrádrátt, sum er 46.200 kr. og ein ríkisfelagsskapsfrádrátt, sum er 36.000 kr. Hetta gevur 82.200kr. um árið. Henda veiting er skattafrí. Hetta er við til at eggja okkara ungdóm at taka sær eina útbúgving í Danmark, og er ein ágóði hjá […]

Tryggja góða atgongd til lesnað í Danmark

Á útbúgvingarøkinum velja fleiri hundrað føroyingar árliga at fara til Danmarkar at nema sær eina útbúgving. Hetta er ein sera góður møguleiki hjá okkum føroyingum. Tað eru áleið 1.000 føroyingar, sum eru lesandi í Danmark í løtuni. Miðal kostnaðurin fyri hvønn lesandi liggur um 500.000kr. Hetta er íroknað lesnað, stuðul og annað, tað vil siga […]

Norðmenn á val um fosturtøku í viku 22

13. september er aftur Stórtingsval í Noreg. Her stendur sitandi samgonga við Erna Solberg á odda til at missa meirilutan. Sostatt kann henda, at Jonas Gahr Støre hjá Arbeiðaraflokkinum – norska Javnaðarflokkinum – fer at gerast nýggjur statsministari við stuðli frá Sosialistiska Vinstraflokkinum og Senturflokkinum – svarandi til umleið Tjóðveldi og Sjálvstýri í Føroyum. Tað […]

Tjóðleikhús – fyri alla tjóðina

Viðhvørt undrast ein á hvat hugtakið “tjóð” merkir. Føroya tjóð merkir sum vera man nakað tað sama sum Føroya fólk. Við øðrum orðum er talan um nakað, ið er galdandi fyri allar føroyingar. Orðið tjóð- verður í alsamt størri mun knýtt at øðrum orðum: vit kunnu nevna Tjóðsavn, Tjóðskjalasavn o.s.fr. Við hetta lag verður Landsbóksavnið […]

Mynd krevur samtykki – eisini dronumyndir

Margháttlig tíðindi vóru at frætta úr Hvannasundi í vikuni. Meðan grind varð hildin til, flugu tvær dronur omanfyri og tóku myndir av hendingunum. Onkur gjørdist so argur um hetta, at hann valdi at skjóta eftir tí einu dronuni – í sjálvum sær ein býttislig avgerð. Møguliga hevur byrsumaðurin hildið dronuna spinonera fyri Sea Shepherd ella […]

Tavan byggir íbúðir til útlendsk starvsfólk – og vísir vinnuni veg

Vinnuni tørvar arbeiðsmegi og ynskir sær fleiri útlendsk starvsfólk at manna virkini. Men Føroyar húsa sum er ikki øllum fastbúgvandi føroyingunum. Eg var inni á hesum í einum lesarabrævi fyrr í mánaðinum, og Vinnuhúsið úttalaði seg positivt fyri mínum sjónarmiði. Tí er tað gleðiligt at síggja, at vinnan nú byrjar at taka ábyrgd og vil […]

Sjóvinnustýrið fær bygning á Giljanesi – ein gleðisøga

Projekteringin av nýggja bygninginum til Sjóvinnustýrið á Giljanesi er farin í gongd og verður ætlandi liðug við ársenda. Á vári 2023 verður liðugt at flyta inn, um alt gongur sum ætlað. Hetta eru gleðiboð at frætta, og eg vil ynskja bæði Vágunum og øllum Føroya fólki tillukku við hesi verkætlan, ið stendur fyri framman. Heldur […]

Vinnulívinum tørvar fleiri útlendsk starvsfólk – men, hvar skulu tey búgva?

Vandi er í allari vælferð. Hóast búskaparvøkstur er neyðugur fyri at menna samfelagið, renna vit okkum mangan í sokallaðar fløskuhálsar, bæði á arbeiðsmarknaðinum, men eisini aðrastaðni í samfelagnum. Á arbeiðsmarknaðinum kann henda, at vinnulívið, stovnar og onnur ikki fáa nóg nógva ella hóskandi arbeiðsmegi. Hetta leggur fótonglar fyri búskaparvøksturin, og fyritøkurnar fáa ikki nóg nógv […]