Menna og nýtímansgera ríkisfelagsskapin

Útlendingapolitikkur Vit hava í løtuni eina ávísa tilflyting av útlendingum til Føroya í arbeiðsørindum samstundis sum nógvir útlendingar búgva í Føroyum. Hetta er at fegnast um, samstundis sum vit sjálvsagt skulu tryggja eina hóskandi javnvág í tilflytanini, hetta fyri at taka okkum væl av hesum tilflytarunum og tryggja eina góða integratión í føroyska samfelagið og […]

Kommunulækna-nýskipan

Trot er á kommunulæknum í Føroyum, og hevur verið tað í fleiri ár. Støðan er serliga ring í ávísum støðum í landinum. Tað er eisini higartil í stóran mun brúktar fyribilsloysnir og neyðloysnir, sum t.d. at seta avloysarar ár um ár. Hetta er dýrt, og á ongan hátt nøktandi. Neyðugt er at gera ein nýskipan […]

Lægri tinglýsingargjald

Javnaðarflokkurin, Tjóveldi og Framsókn hækkaðu tinglýsingargjaldið í 2015 við 100% uppá 1 procent. Eg meini ikki at hesin eykað skatturin skal leggjast á barnafamiljurnar, sum ynskja at seta búgv. Keypir tú eini hús, sum kostað 2,5 milliónir, skal 25.000 gjaldasti í tinglýsing, fyri ein uppgávu sum tekur ein tíma at fáa avgreitt. Arbeitt verður eisini […]

Loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensionistum

Tað skal loysa seg betur hjá pensionistum at arbeiða. Síðstu árini hevur verið trupult hjá arbeiðstakarum at fáa fólk, og var tí neyðugt við eini “FastTrackSkipan” har vit skjótt kundu fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og hevur henda skipan rigga sera væl. Tað er neyðugt hjá okkum at broyta mótrokningina hjá pensionistum, soleiðis at […]

Vinnan bestu karmar

Grein um betri karmar til vinnuna

Fjerna marknaforðingar í norðurlondum

Norðurlond hava sett sær sum mál, at vera heimsins mest sameinda eindin í heiminum. Norðurlond skulu vera ein fyrimynd fyri onnur lond hesum viðvíkjandi. Fyri at hetta skal kunna lata seg gera, er neyðugt at fáa nakrar marknaforðingar loystar. Hetta vil skapa trivnað og møguleikar hjá okkum, sum búgva í hesum partinum av heiminum.

Útlendingar við visum í Føroyum skulu kunna ferðast í ríkinum

Vit hava í dag nógvar útlendingar við visum í Føroyum. Um hesir útlendingar skulu í feriu í Danmark, skulu teir søkja um visum. Reglan má vera hon, at hevur tú visum, og tú ynskir eina feriu í ríkinum, so má hetta lata seg gera uttan eitt eyka visum fyri hetta tíðarkeið.

Arbeiða fyri, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Donskum grunnum

Vit hava nógv dømi um stórar verkætlanir, sum hava fingið stuðul úr Danmark. Vit kundu sagt, at uttan henda stuðul, var verkætlanin av ongum. Beint nú hava vit millum annað Stórhøllina og viðarlundsplanting í Sundalagnum. Hetta arbeiðið eigur at vera betur samskipað, soleiðis at allir partar av samfelagnum fáa part av hesum møguleikunum.

Atgongd til elektroniskar journalir á donskum sjúkrahúsum

Tað eru omanfyri 100 perónar árliga, sum vera viðgjørdir á Ríkissjúkrahúsinum. Vit eru fegin um hetta samstarv. Men avbjóðingin við verandi skipan er, at tað er ov tungt at fáa innlit í egnan journal, og kann hetta fáast uppá pláss uttan stórvegis broytingar.