Greinar
Norðmenn á val um fosturtøku í viku 22
Tjóðleikhús – fyri alla tjóðina
Mynd krevur samtykki – eisini dronumyndir
Tavan byggir íbúðir til útlendsk starvsfólk – og vísir vinnuni veg
Sjóvinnustýrið fær bygning á Giljanesi – ein gleðisøga
Vinnulívinum tørvar fleiri útlendsk starvsfólk – men, hvar skulu tey búgva?
Vit eiga øll at vera góð við umhvørvið
Nú má bundinskapurin at olju veruliga minkast
KRAV UM BARNAVÁTTAN OG ANNAÐ VERÐUR SAMTYKT
FYRIBYRGING OG REVSING AV BROTGERÐUM ÍMÓTI BØRNUM – HER MÁ HENDA NAKAÐ!

Fyribyrging – besta hjálpin
Tá rúsdrekka og rúsevnir vera viðgjørd, verður tað tíverri til tíðir misskilt. Havi upplivað, at kjakið um hesi evni verður sæð sum ein peikan eftir teimum, sum hava eina øðrvísi fatan — hetta er á ongan hátt ætlað sum ein peikifingur.
Rúsdrekka og rúsevnir millum ung hevur verið nógv umrøtt í summar. Miðlarnir hava endurgivið løgregluna, sum meinar, at trupulleikin ongantíð hevur verið størri enn nú.
Tað er á ongan hátt ein spurningur, um vit hava ein fittan ungdóm — tí tað hava vit!. Men spurningurin er meir, hvussu vit best kunnu fyribyrgja/upplýsa børn og ung, ið velja at rúsa seg áðrenn tey gerast 18 ár. Persónliga meini eg, at vit áttu at brúkt nógv meir tíð, pening og orku uppá fyribyrging og upplýsing.
Fyribyrging er besta loysnin. Hetta kenna vit øll aftur, eitt nú tá iðtennurnar skulu røkjast. Vit kunnu bíða til vit fáa hol, fyri síðan at fara til tannlækna — ella vit busta tennurnar væl og regluliga, tá minkar hetta um vandan við at vit fáa hol í tennurnar.
Velja vit at upplýsa og fyrbyrgja børnum og ungum um vandan við nýtslu av rúsandi evnum, staðfestir WHO, at vandin/trupulleikin við missnýsltu minkar munandi, tá ið vit gerast eldri.
Vit mugu, sum samfelag, arbeiða fyri, at seta meiri pening av til fyribyrging av rúsandi evnum.
Les aðrar greinar