Føroyingar – Vit hugna okkum!

Deil

Tá vit ynskja at hugna okkum, gera vit okkurt serligt burturúr. Tað er ikki bert í familjuni, at vit hugna okkum. Tað er á arbeiðsplássinum, í mentanarlívinum og so framvegis. Hetta kunnu vit gera, tí vit føla okkum trygg.

Møguliga taka vit hetta fyri givið, men soleiðis er tað ikki allastaðni. Nógv tey síðstu árini, hava nógv upplivað yvirgang á teirra áður trygga heim.

Hesi seinastu nógvu árini hava vit upplivað stórar bólkar av flóttafólki, sum leita sær til Evropa, tí at ófriður hevur verið í teirra egna landi. Tey hava ikki upplivað tann friðin og tann hugnað, sum eg havi lýst omanfyri.

Tann stóri parturin av flóttafólkunum finnst í nærumhvørvinum haðan tey eru, tí tað er ógjørligt hjá londunum í Europa at opna upp fyri, at øll koma hendavegin.

Sjálvandi skulu vit hjálpa, men bestu hjálpina vit veita menniskjum í neyð, er at hjálpa teimum í nærumhvørvinum. Ein orsøk til hetta er, at fyri somu upphædd kunnu vit hjálpa nógv fleiri fólkum, og samstundis er tað lættari hjá teimum at flyta inn aftur í landið, tá umstøðurnar loyva hesum. Eg trúgvi tað er skeivt at simplifisera immigratión, tí tað eru nógv viðurskifti tann innflutti skal taka hædd yvir, og tí eigur tað at verða lættari og betri fyri allar partar at hjálpa teimum í teirra landi. Ein onnur orsøk er, at vit ynskja at verja um egna mentan, trúgv, mál og tryggleika.

Mítt hjartans ynski er, at Føroyar varðveita okkara mentan, trúgv, mál og tryggleika. Hetta eru allir týðandi partar av okkara myndaða samleika, sum tekur nógv ár at byggja sær upp. Um vit skuldu lýst Føroyar upp á ein stuttligan hátt, so kundi vit kanska kallað tær hugnaligar. Við hesum kunnu vit siga, at vit eru so mikið framkomin, at vit hava lægri kriminalitet og sjálvmorðsroyndir enn flest onnur lond. Tað er skulu vit ikki taka fyri givið, og tað ynskja vit at varðveita.

Les aðrar greinar