Greinar
Menna og nýtímansgera ríkisfelagsskapin
Loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensionistum
Fjerna marknaforðingar í norðurlondum
Útlendingar við visum í Føroyum skulu kunna ferðast í ríkinum
Arbeiða fyri, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Donskum grunnum

Føroyingafrádrátturin prístalsregulerast
Hava føroyingar eitt lestrarstarv í Danmark, meðan teir eru undir útbúgving, fáa vit ein føroyafrádrátt, sum er 46.200 kr. og ein ríkisfelagsskapsfrádrátt, sum er 36.000 kr. Hetta gevur 82.200kr. um árið. Henda veiting er skattafrí.
Hetta er við til at eggja okkara ungdóm at taka sær eina útbúgving í Danmark, og er ein ágóði hjá okkum í ríkinum, sum vit í sambandsflokkinum fegnast um.
Føroyingafrádrátturin er ikki prístalsreguleraður í fleiri ár, og eigur hetta at vera gjørt sum skjótast.
Les aðrar greinar