Greinar
Norðmenn á val um fosturtøku í viku 22
Tjóðleikhús – fyri alla tjóðina
Mynd krevur samtykki – eisini dronumyndir
Tavan byggir íbúðir til útlendsk starvsfólk – og vísir vinnuni veg
Sjóvinnustýrið fær bygning á Giljanesi – ein gleðisøga
Vinnulívinum tørvar fleiri útlendsk starvsfólk – men, hvar skulu tey búgva?
Vit eiga øll at vera góð við umhvørvið
Nú má bundinskapurin at olju veruliga minkast
KRAV UM BARNAVÁTTAN OG ANNAÐ VERÐUR SAMTYKT
FYRIBYRGING OG REVSING AV BROTGERÐUM ÍMÓTI BØRNUM – HER MÁ HENDA NAKAÐ!

Føroyar skulu hava heimavøll i Føroyum
Røddir eru javnan frammi um, at nú er tíðin komin til eina innandura fótbólts- og ítróttarhøll, har pláss skal verða fyri øllum ítrótti, og sjálvsagt skulu føroyskir hondbóltslandsdystir eisini kunnu spælast í Føroyum!
Vit kunnu bert staðfesta, at enn er ikki komið á mál. Eg veit, at FSF tekur undir við at byggja eina innandurahøll, men at FSF ikki kann fara undir eina slíka verkætlan einsamalt.
Skal hetta eydnast, er neyðugt, at fleiri lyfta hesa uppgávu í felag. Landið, FSF og kommurnar mugu lata stuðul, meðan einstaklingar í einum felagi byggja. Løgtingið eigur at seta pening av, sum er markaður til ein innandurahøll.
Ein góðkend eftirmeting sigur, at ein slík høll kostar á leið 40 mió. krónur. Um vit gera eitt dømi, so kundu løguútreiðslurnar verði deildar soleiðis:
Landið – 20 mió. kr.
FSF – 10 mió. kr.
Kommunan – 10 mió. kr.
Sum partur av nevndini í B68 meini eg, at vit hava øki, ið er væl egnað til eina slíka høll. Á Svangaskarði er upplagdur møguleiki, har fótbóltsvøllur og útgerð til frælsan ítrótt longu eru bygd frammanundan. Harumframt hava íbúgvar í Nes kommunu víst í verkið, at tey megna at standa saman um slíkar verkætlanir. Tey eru fá, sum ikki minnast rómin á Svangaskarði í 1989, tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum.
Núverandi formaðurin hevur havt framløgu á aðalfundi um verkætlanina. Hetta er tó ikki nakað nýtt hugskot, men byggir á herðarnar á teimum, sum áður hava lagt lunnar undir slíkar verkætlanir á Toftum.
Um landið gongur undan, so kundi verði nógv lættari at tiki stig til hetta úti í ymsu kommunum í landinum. Vit áttu at fingið ein felagsleist, so fleiri kommunur byggja hallir um alt landið.
Les aðrar greinar