Familja við 2 milliónir láni, sparir árliga 40.000 til 60.000

Deil

Í Føroyum uppliva vit at krónan er sera sterk, og at hon stórtsæð ikki broytist. Men hetta er á ongan hátt sannheitt. Krónan er bundin upp at tí donsku krónuni, sum síðan er bundin upp at euroini.

Taka vit pund, dollars, norsku krónuna og onnur glaldoyru, so flyta kursurnir seg hvønn dag.

Hevði føroyska krónan ikki verið bundin at tí donsku krónuni, høvdu vit eina rentu, sum vildi ligið langt omanfyri hana vit hava í dag. Taka vit eina familju, sum hevur eina skuld uppá 2 milliónir, og rentan vildi verið eini 2 – 3% høgri, hevði tað merkt at familjan skuldi goldið 40.000 til 60.000 kr meir árligt í rentu, svarandi til 3.500 – 5.000 kr meir um mánaðin.

Hartil vildi rentan hjá landskassanum og kommunum verið væl hægri, og eisini her vildi tað kostað okkum borgarum nógv meir í rentum.

Vit hødvu uppliva nógv sveiggj í krónuni, og vildi tað givið aðrar avbjóðingar, bæði tá talan er um innflutning og útflutning av vørum og tænastum. Tað hevði verið trupult, at hildi ein fastan prís við okkara samstarvspartnarar, og vildi tað ávirka sáttmálar og avtalur sum blivu gjørdar.

Nógv vinnulív í Føroyum kann ikki fíggjast í Føroysku bankunum, tí er neyðugt við útlendskum lánum. Hevði føroyska krónan staðið einsamøll, høvdu vit haft stór kurstap og kursvinning gjøgnum árini, og harvið sveiggj, sum sjálvandi kunnu fara báðar vegir, og ikki tað støðufestu sum vit í dag uppliva.

Ríkisfelagsskapurin gevur føroyingum nógvar ágóðar sum vit taka sum eina sjálvfylgju. Føroyingar hava skapt egið vinnulív, egna mentan og egnar sosialar skipaninir innanfyri ríkisfelagsskapin, og hetta er tað sambandsflokkurin ynskir menna og modernisera, til tað samfelagið vit búleikast í. Lat okkum saman byggja land, eisini til okkara eftirkomarar.

Les aðrar greinar