ES-pass og sendistovur

Deil

Omanfyri annað hvørt tjóveldisfólk brúkar ES-pass

Ríkisfelagsskapurin er ein styrki fyri øll trý londini, og fyri okkum føroyingar, ein vinningurin sum vit alt ov ofta taka fyri givið. Tað er í verandi løtu bert sambandsflokkurin sum ynskir at varðveita henda felagsskap undir verandi karmum, og tí er umráðandi, at føroyingar standa saman um sambandspolitikkin, og tey virðir sum ríkisfelagsskapurin gevur okkum.

Sum partur av ríkisfelagsskapinum, kunnu vit velja at fáa okkum eitt ES-pass, hóast vit ikki eru limir í ES. Hetta er nakað vit fingu tilluta í Heimastýrislógini frá 1948. Tá danir fóru frá donskum passið til ES-pass, fingu vit sum partur av ríkinum at gongd til ES-passið.

Hetta ger, at vit kunnu lesa og arbeiða í øllum ES og hartil hava sjófólk okkara stórar fyrimunir við ES-passinum. Tað eru 80% av føroyingum sum brúka ES-passið.

Sum partur av ríkisfelagskapinum, hava danir sendistovur nærum um allan heim, og gevur hetta atgongd til tær tænastur sendistovurnar veita. Eg kundi nevnt nøkur dømi, har vit sum ríkisborgarar hava brúk fyri hesum.

  • Vinnuligur stuðul/ráðgeving (gera óiva alt ov lítið brúk av hesum)
  • Um passi blívur burtur
  • Um tað brádliga hendur ein vanlukka í landinum
  • Um vit gerast sjúk, ella um vit eru út fyri einum ráni
  • Tá útlendingar skulu til FØ at arbeiða

Tíbetur eru omanfyri nevndu viðurskifti nakað sum vit uppliva sera sjálvanda. Men tíverri, koma nógvir Føroyingar á hvørjum árið út fyri, at hava brúk fyri bráfeingis hjálp. Tá er tænastan frá donsku sendistovunum ein sera góð hjálp, sum hevur til endamáls at tæna borgarum í ríkinum á staðnum.

Les aðrar greinar