KRAV UM BARNAVÁTTAN OG ANNAÐ VERÐUR SAMTYKT

Eg standi í einari undarligari tvístøðu í dag. Eitt av mínum fremstu hjartamálum er at verja børnini – ímóti harðskapi, rúsevnismisnýtslu og serliga móti sexuellari misnýtslu. Eg havi arbeitt miðvíst fyri hesum síðan eg kom á ting, bæði við almennum fyrispurningum og handan baktjaldið. Í dag kemur eitt uppskot til samtyktar um at heita á […]

FYRIBYRGING OG REVSING AV BROTGERÐUM ÍMÓTI BØRNUM – HER MÁ HENDA NAKAÐ!

Nelson Mandela segði einaferð: ”Tað er ongin neyvari avdúking av sálini í samfelagnum, enn, hvussu tað fer við sínum børnum.” (“There can be no keener revelation of a society´s soul than the way in which it treats its children”). Síðstu tvær vikurnar hevur Føroya Rættur í tveimum førum dømt persónar sekar í ræðuligum brotsgerðum, men […]

Tørvur á føstum kommunulæknum

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 24. mars at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um tørvin á kommunulæknum Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi: 1. Hvussu nógv kosta kommunulæknaavloysarar, samanborið við fast starvssettar kommunulæknar? 2. Hvat er miðal normeringin av patientum í dag, og samsvarar hetta við tað, […]

Ein skipan fyri fólkið – ikki fólkið at passa inn í skipanina

Sosialpolitikkur er ein íløga Sosialpolitikkur verður ofta sæddur sum ein útreiðsla fyri samfelagið – hetta mugu vit burtur frá. Sosialpolitikkur síggi eg nógv meira sum ein íløgu í vælferðarsamfelagið. Eg trúgvi, at øll menniskju er verd eins, og tí er tað alt stríðið vert at hjálpa øllum teimum, sum líða og tørva hjálp. Seta inn […]

Afturgjaldstíðin má leingjast

Afturgjaldstíðin má leingjast Øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Noroyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst av brúkaragjøldum. Avgjørt var, at tunnlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað gingið skjótari enn so, at fáa teir goldnar aftur. Helvtin er brúkarafíggjað Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., tvs. […]

Tunnilsgjøldini skulu niður

Áðrenn Eysturoyartunnilin varð samtyktur, gjørdi Landsverk eina kost-nyttu kanning av tunlinum. Niðurstøðan var, at nyttuvirðið fyri føroyska samfelagið varð áleið 100 mió. kr. um árið. Niðanfyri komi eg at greina hetta nærri. Tíðarsparing Fólk, sum búgva á Skálafjørðinum og arbeiða í Havn, koma at spara meira enn ein tíma um dagin, svarandi til áleið 200 […]

Andstøðan í lummanum hjá reiðarunum

Í dag tann 26. juni verður 3. viðgerð av skattauppskotinum viðvíkjandi sølu av veiðurættindum. Verður lógin samtykt, merkir tað, at feløg, sum eiga veiðurættindi, fáa ein serskatt á 50%. Tað er fyrstu ferð, at vinningur frá sølu av veiðirættindum verður skattaður. Hesin serskattur er ikki í oljuvinnuni ella alivinnuni. Hetta merkir, at feløg og einstaklingar, […]

Høgni Hoydal – Arktis er ikki eitt tjóðskaparmál

Síðstu 10 árini eru umfatandi broytingar hendar norðanfyri okkum í Arktis-økinum. Upphitingin í økinum hevur havt við sær, at ísurin er nógv smeltaður, og hetta gongur nógv skjótari enn aðrastaðni á jørðini. Arktis gevur vinnuligar møguligar innan gass, olju, miniralir, skipaflutning v.m. Í oktober 2019 undirskrivaðu vit sáttmála við Ísland og Norra, sum gjørdi, at […]

Jørgen – ein avtala er ein avtala!

Nú ert tú farin ov langt Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri. Tað almenna og kommurnar skulu ganga í takt, tá talan er um lønarsamráðingar á almanna arbeiðsmarkaðinum. Fyrr í árinum var Jørgen Niclasen úti og heitti á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at vísa búskaparligt hógv – hann tosaði enntá um, at alment lønt áttu at havt ein […]