Blokkstuðulin og fólkatingsessirnir

Deil

Ríkisfelagsskapurin nógv ár á baki

Søguliga hevur hesin felagsskapur fleiri 100 ár á bakið. Men hvønn týdning hevur hesin felagsskapur fyri føroyingar í dag, ella hevur hann nakran týdning? Er hetta minkað niður í eina kongaliga vitjan, har føroyingar samlast í fleiri túsundtali fyri at heiðra okkara felags kongshúsi.

Blokkstuðulin og fólkatingsessirnir

Blokkstuðulin, umframt tey donsku embætisfólk, sum vera lønt av danska statinum, kosta omanfyri eina milliard árliga. Skuldi føroyski staturin goldið hetta í dag, vildi undirskotið hjá okkum verið eina hálva milliard, tó at vit hava betri tíðir enn nakrantíð fyrr, og arbeiðisloysið er met lágt. Vit kunnu skjótt semjast um, at hetta letur seg ikki gera, um vit ynskja at varðveita ta vælferð, sum vit hava í dag.

Tað at føroyingar kunnu samstarva á jøvnum føti innanfyri ríkisfelagsskapin, hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum. Samstarvið er meir umráðandi nú enn nakrantíð áður!

Tað er greitt at fólkið í ríkisfelagsskapinum er sera ymiskt. Hetta gevur okkum til tíðir sjalvandi nakrar avbjóðingar, men tosa vit opið um hesar avbjóðingar, megna vit í samstarvi at finna loysnir. Ymiskleikin er við til at ríka felagsskapin, mentanarligt, vinnuligt, sosialt og handaligt.

Við fólkatingssessinum kunnu vit millum annað ávirka innan gransking, undirvísingarøki, uttanríkisøki, lóggávu og bankavinnu. Hetta er alt dømi um tíðandi samstarv, sum vit í felag nýta gott av.

Les aðrar greinar