Greinar
Menna og nýtímansgera ríkisfelagsskapin
Loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensionistum
Fjerna marknaforðingar í norðurlondum
Útlendingar við visum í Føroyum skulu kunna ferðast í ríkinum
Arbeiða fyri, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Donskum grunnum

Bankakreppan fyri bert 10 árum síðan
Fyri 10 árum síðan upplivdu vit eina bankakreppu, sum vit seint koma at gloyma. Fólk mistu hús, bil, arbeiði o.a.. Fleiri túsund fólk føldu seg noydd at flyta av landinum.
Støðan her heima og í ríkinum, var sera ávlarsom. Um allur fíggjargeirin ikki skuldi koma í gjaldsføristrupulleikar, var neyðugt at danski staturin mátti veita trygd fyri, at fólk ikki mistu teirra ognir í bankunum, og harvið setti starurin tí 3.000 mia. í trygd. Hetta var í 2008.
Árini eftir vóru aðrir bankapakkar framdir, sum peningastovnarnir í Føroyum eisini valdu at gera brúk av.
Vit stóðu saman sum eitt ríki, og vit arbeiddu okkum burtur úr kreppuni eftir fáum árum. Vit kunnu í dag bert gita hvat hevði hent, um vit ikki vóru í ríkisfelagsskapi. Tað er eingin ivi, at okkara samfelag var eitt heilt annað tá í mun til í dag, nú vit síggja fólkavøkstur á hvørjum ári.
Føroyski fíggjargeirin hevur ikki gloymt ta kreppu, sum allur heimurin kom í fyri gott 10 árum síðani. Tað er ongin ivi, at teir vilja gera alt fyri, at hetta ikki endurtekur seg. Nógvir Føroyingar mistu milliónir, og eg eri sannførdur, at trygdin í ríkisfelagsskapinum avmarkaði kreppuna í Føroyum og tryggjaði, at vit skjótt komu fyri okkum aftur.
Lat okkum ikki vera bláoygd, og lata kenslurnar vera tað, sum skal stjórna okkara samfelag. Vit mugu brúka sunt skynsemi og duga at síggja at vit eiga at kempa fyri at tryggja at betra um okkara viðurskifti innanfyri ríkisfelagsskapin.
Les aðrar greinar