Greinar
Menna og nýtímansgera ríkisfelagsskapin
Loysa seg at arbeiða – eisini hjá pensionistum
Fjerna marknaforðingar í norðurlondum
Útlendingar við visum í Føroyum skulu kunna ferðast í ríkinum
Arbeiða fyri, at føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Donskum grunnum

Afturgjaldstíðin má leingjast
Afturgjaldstíðin má leingjast
Øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Noroyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst av brúkaragjøldum. Avgjørt var, at tunnlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað gingið skjótari enn so, at fáa teir goldnar aftur.
Helvtin er brúkarafíggjað
Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., tvs. minni enn helvtina av kostnaðinum.
Norðoyatunnilin kostnaði 395 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 160 mió. kr., tvs. minni enn helvtina av kostnaðinum.
Eysturoyartunnulin gjaldað fyri tveir
Brúkararnir av Eysturoyartunlinum fáa ikki størru helvtina goldnað av Landskassanum, men ikki nokk við tað – teir skulu harumframt eisini fíggja Sandoyartunnlin. Hetta hevur við sær, at brúkararnir skulu gjalda einar 15 ferðir so nógv, sum brúkararnir av hinum tunlunum hava goldið.
Afturgjaldstíðin má leingjast
Tað sum undrar meg, er at hóast hetta ovurhondsstóra lán, so velur mann somu afturgjaldstíð, sum til hinar báðar tunlarnar – nevnliga 20 ár. Um vit samanbera við Danmark, so er afturgjaldstíðin á Femern Bælt-forbindelsen 28 ár, Oyrasundsbrúgvin 30 ár og Stórabeltsbrúgvin 37 ár.
Kunnu ikki bíða 20 ár fyri størstu nyttuna
Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum tilber, og tað fær tað bara, um so nógv sum møguligt velja at brúka tunnilin – ikki einans tey múgvandi.
Eri sannførdur um, at bæði fyri borgararnir og landið sum heild, hevur tað størri týdning, at øll fáa gleði av tunlinum nú, enn at hann verður ókeypis at koyra í um eitt nú 20 ár.
Les aðrar greinar