Vinnulívinum tørvar fleiri útlendsk starvsfólk – men, hvar skulu tey búgva?
Vandi er í allari vælferð. Hóast búskaparvøkstur er neyðugur fyri at menna samfelagið, renna vit okkum mangan í sokallaðar fløskuhálsar, bæði á arbeiðsmarknaðinum, men eisini aðrastaðni í samfelagnum. Á arbeiðsmarknaðinum kann henda, at vinnulívið, stovnar og onnur ikki fáa nóg nógva ella hóskandi arbeiðsmegi. Hetta leggur fótonglar fyri búskaparvøksturin, og fyritøkurnar fáa ikki nóg nógv […]